Støðleiðari til FarCargo
Vit leita eftir einum sjálvstøðugum og ágrýtnum flogmekanikara ella handverkara at byrja sum støðleiðara til heimstøðina hjá FarCargo.
FarCargo er føroyskt flogfarmafelag, har vit flúgva dagliga úr Føroyum til Belgia og til Írland við okkara flogfarið Boeing 757-223PCF, Eysturoy. Heimstøðin hjá FarCargo er á flogvøllinum í Vágunum, FAE, har dagligt viðlíkahald verður gjørt.
Dagliga viðlíkahaldið verður gjørt undir EASA-góðkenningini hjá felagnum Aeroservice ApS (EASA.DK.145.0109). Støðleiðarin verður partur av viðlíkahaldstoyminum, har arbeiðið er skipað eftir mannagongdum og loyvum hjá Aeroservice.
Les meira um starvið niðanfyri
Starvið
Sum støðleiðari kemur tú at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum á heimstøðini hjá FarCargo.
Uppgávurnar í arbeiðinum umfata millum annað:
- Samskipa dagliga virksemi á heimstøðini hjá FarCargo.
- Ábyrgd av at røkta heimstøðina, amboð og útgerð.
- Dagligt viðlíkahald av flogfarinum undir steðgi á FAE.
- Feilsøking og -rætting.
- Stuðul og umsjónarfólk vegna FarCargo undir handlingini av flogfarinum.
Tað kann verða neyðugt at ferðast við flogfarinum sum "flying-spanner", umframt at arbeiða á øðrum støðum eftir tørvi og nærri avtalu.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava mekaniska handverkaraútbúgving, tað er tó ein fyrimunur um umsøkjarin hevur EASA Part.66 AML.
Vit bjóða møguleika fyri at lesa til flogmekanikara, og/ella taka typerating til B757. Hetta kann vera staðbundin undirvísing uttanfyri Føroyar, talgildur sjálvlestur, ella ein blanding av báðum. Umsøkjarin skal hava bústað í Føroyum ella flyta til Føroyar við starvssetan.
Vit bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv í eini altjóða orienteraðari fyritøku
- Tætt samstarv við dugnalig fakfólk
- Møguleika fyri fakligari menning og útbúgving
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Andrew Djurhuus, tekniska leiðara, á tel. 22 21 81 ella við telduposti til hajc@bakkafrost.fo.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 9. novembur 2025.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.